Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Soleiðis vann ÍF á TB í ólavsøkudystinum á Tórsvølli

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Patrik Johannesen siga frá teimum trimum málunum, og taka stutt samanum ólavsøkudystin á Tórsvølli TB-ÍF 1-2 (0-0). Hoyr eisini samrøðurnar Trygvi gjørdi við ÍF-veteranin, Dánjal á Lakjuni og TB-venjaran, Tummas Erling Djurhuus.

Dánjal er ótrúliga glaður og lættur um at fáa tann fyrsta sigurin í 10 dystum. Tummas Erling staðfestir, at hetta var ikki tað TB ætlaði, men ÍF tók av møguleikunum, og tað gjørdist munurin í dag.

Mynd av Trygva og Patriki: Rúni á Reynatrøð.