Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hoyr Jákup B, Hall, Magne Hoseth, Shaki og Árna seta orð á søguligu bragdið

Hoyr samrøðurnar Trygvi Absalonsen gjørdi við liðskiparan, Jákup Biskopstø Andreasen, Hall Hansson, høvuðsvenjaran, Magne Hoseth, René Shaki Joensen og Árna Fredriksberg seta orð á søguliga bragdið og minniliga 7-6 (3-3 – 2-2) sigurin á BK Häcken á Bravida leikvøllinum í Hissengen í Göteborg. Allir fimm hava torført við at finna orð, ið kunnu lýsa kensluna og gleðina teir hava við at hava framt hetta søguliga bragdið, ið merkir, at KÍ fer í MINSTA lagi at vera at finna í bólkaspælinum í Europa Conference League.

Myndir: Trygvi Absalonsen