Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Video: Soleiðis vann KÍ móti Häcken

Her eru hæddarpunktini frá dystinum

Eftir at KÍ hevði lagt seg á odda tíðliga í dystinum, svaraði Häcken aftur við at javna og síðan leggja seg á odda 2-1 tíðliga í seinna hálvleiki, men KÍ gav ikki upp og megnaði í tveimum førum at reisa seg aftur.

Kongurin í Klaksvík í kvøld, Árni Frederiksberg, javnaði stutt eftir at Häcken hevði lagt seg á odda, og Árni sparkaði aftur vónina hjá KÍ at sleppa víðari til triðja umfar av undankappingini til bólkaspælið til Champions League, eftir at Häcken enn einaferð legði seg á odda í longdu leiktíðini, tá hann hamraði eitt hornaspark innfyri, har Häcken-málverjin sló bóltin í egið mál.

Brotssparkskappingina vann KÍ eisini, sum nú skal møta norska meistaraliðnum, Molde, í triðja umfari í Champions League-undankappingini.

Her eru hæddarpunkt frá dystinum við svenskum frásøgumanni.