Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Manchester United keypir Rasmus Højlund

Manchester United hevur tryggjað sær áleyparan Rasmus Højlund úr Atalanta fyri kr. 625 mió.

20 ára gamli Rasmus Højlund hevur staðið læknakanningina og verður væntandi kunngjørdur sum nýggjur áleypari hjá Manchester United. Tann danski landsliðsleikarin hevur skrivað ein 5 ára sáttmála við Manchester United. Harafturat er møguleiki at leingja sáttmálan við einum árið, sambært Fabrizio Romano.

Seinastu vikurnar hava verið drúgvar samráðingar millum Manchester United og Atalanta um prísin á Rasmus Højlund. Eina løtu vóru Paris St. Germain eisini við í myndini, men samráðingarnar slitnaðu við Atalanta.

Fyri nøkrum døgum síðani kom endiliga gjøgnumbrot í samráðingunum millum Manchester United og Atalanta. Prísurin fyri Rasmus Højlund ljóðar samanlagt á kr. 625 mió.

Fyri bert hálvum øðrum árið síðani, leikti Rasmus Højlund fyri danska felagið F.C København. Hann leikti samanlagt 32 dystir og skoraði 5 mál dystir fyri FCK, áðrenn hann í veturin 2022, bleiv seldur til SK Sturm Graz í Eysturríki.

Í fjør summar fekk Atalanta eyguni upp fyri tann danska áleyparin og keyptu hann fyri kr. 128 mió. Seinasta kappingarárið hjá Atalanta og Rasmus Højlund eydnaðist væl, tá ið teir endaðu á einum 5. plássið í Serie A.

Rasmus Højlund leikti 34 dystir og skoraði 10 mál fyri felagið í Bergamo. Sama árið fekk hann eisini sín fyrsta landsdyst fyri danska landsliðið, tá ið hann leikti ein hálvan tíma ímóti Kroatia í Nations League. Højlund bleiv ikki úttikin til HM í Katar, men fekk eina frálíka byrjan uppá 2023, tá ið hann skoraði trý mál ímóti Finnlandi.