Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Aðalorðaskifti um ólavsøkurøðuna hjá løgmanni í Løgtinginum í dag

Frágreiðing løgmans á ólavsøku verður til viðgerðar í Løgtinginum í dag

Nýtt tingár er byrjað, og í dag fer Løgtingið at viðgera ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, Aksel V. Johannesen, sum hann helt á ólavsøkudag.

Tað var ein drúgv røða, har nógv lyfti vórðu løgd fram.

Hóast løgmaður í ólavsøkurøðuni legði dent á, at fíggingin til hesi lyfti er komin upp á pláss, so er andstøðan ikki eins sannførd. Hetta, tí lítið og einki verður sagt um, hvussu hesi lyfti skulu fíggjast.

Tingfundurin í dag byrjar klokkan 10.

Til ber at fylgja við orðaskiftinum her.