Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ruanda verður evnið á Holocaustdegnum

Amnesty International og Nám hava gjørt av, at Ruanda í Afrika verður evnið á holocaustdegnum í 2024. Tá verða 30 ár liðin síðan fólkamorðið í afrikanska landinum. Hetta er fyrstu ferð, at Nám tekur upp eitt land í Afrika

Holocaustdagurin næstu ferð verður fríggjadagin 26. januar í 2024. Vestmanna skúli verður vertsskúli fyri degnum.

Ein brellbiti verður gjørdur til skúlaársbyrjan, har samskiparin hjá Námi og aðalskrivarin í Amnesty greiða frá evninum og um, hvat fólkamorð er, so lærarin er fyrireikaður til dagin.

Á sjálvum holocaustdegnum, tann 26. januar í 2024, og í stuttum filmi í góðari tíð undan degnum, fer Tóra Petersen at greiða frá um transgenerationell traumatisering.

Onnur uppskot, sum Nám hevur á tekniborðinum, er at tosa við afrikanska Amnesty kontórið, sum er næst við Ruanda, um hvussu støðan er í landinum í dag, og hvussu støðan í Ruanda var, tá hon var ringast.

Nám hevur eisini sett sær fyri at fáa svar upp á, hvussu tað ber til, at politikarar í Evropa í álvara ætla at senda flóttar til Ruanda at vera.

At enda hevur Nám noterað sær, at filmurin Hotel Rwanda (2004) eisini er til, og Nám viðmælir, at skúlar fáa atgongd til henda film. Í flestu londum hevur filmurin 13 ára aldursmark.

Fólkamorðið vardi í 100 dagar
Tað var í apríl 1994, at flogfarið hjá forsetanum í Ruanda, Juvénal Habyarimana, bleiv skotið niður og forsetin doyði. Hendingin førdi til eitt fólkamorð í landinum, har stríð tók seg upp ímillum tey bæði størstu fólkasløgini í landinum, tutsiar og hutuar.  

Fólkamorðið vardi í tríggjar mánaðir og tað verður mett, at millum 800.000 og 1,2 milliónir fólk mistu lívið í stríðnum, sum syndraði Ruanda, oyðilegði búskapin og gjørdi landið til eitt hitt fátækasta í heiminum.

Kelda: Nám

Les eisini...  Eg kom til Berlin í gjárkvøldið

Her er eitt lítið videobrot um fólkamorðið og avleiðingarnar av fólkamorðinum í Ruanda: