Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Philip skal stjórna ungdóminum á Argjum

AB hevur fingið ein nýggjan høvuðsungdómsvenjara

Seinastu mánaðirnar hevur AB leitað eftir nýggjum høvuðsungdómsvenjara, og hann er nú funnin. Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins er útlendskur høvuðsungdómsvenjari settur í starv, tí nýggi ungdómsmennarin er danski Philip Eades, sum hevur skrivað tvey ára langan sáttmála við AB.

Argja Bóltfelag skrivar, at Philip Eades er ein ágrýtin og miðvísur venjari, ið felagið væntar fer at hava ógvuliga jaliga ávirkan á ungdómsarbeiðið á Argjum, sum verður í samstarvi við hinar ungdómsvenjararnar í felagnum.

Danin kom til landið í gjár og er farin til verka beinavegin. Í stuttari viðmerking við heimasíðuna hjá AB sigur Philip, at hann gleðir seg sera nógv at koma í gongd og læra fólkið í felagnum at kenna.

Philip Eades er 50 ára gamal, og kemur úr Keypmannahavn. AB skrivar, at hann hevur drúgvar royndir við at venja ungdóm og arbeiða við fólki. Hann hevur UEFA B-venjaraprógv og er eisini útbúgvin námsfrøðingur. Í fleiri ár hevur danin starvast sum ungdómsvenjari hjá millum annað B1903, ið er eitt danskt høvuðsstaðarfelag við tilknýti til FCK. Seinastu tvey árini hevur hann tó verið fulltíðarsettur høvuðsungdómsvenjari hjá Nørrebro United, har felagið hevur upplivað eina stóra øking í limatalinum, meðan Philip hevur staðið við róðrið, skrivar AB.