Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

HM-endaspælið hjá U19-monnunum byrjar í dag

Kappingin verður í leikt í Kroatia. Fyrsti dystur hjá Føroyum er í dag móti Burundi

Komandi 12 dagarnar fara 32 lond, harímillum Føroyar, at kappast um U19 heimsmeistaraskapið í hondbólti hjá monnum. Kappingin verður í leikt í Kroatia. Fyrsti dystur hjá Føroyum verður í dag móti Burundi.

Føroyska ferðalagið ferðast í gjár úr Danmark til Opatija í Kroatia, har innleiðandi bólkurin hjá Føroyum verður leiktur.

Føroyar eru í bólki saman við Burundi, Iran og Svøríki.

Leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Mikudagin 2. august kl. 18.00 Føroyar – Burundi
Hósdagin 3. august kl. 18.00 Føroyar – Iran
Leygardagin 5. august kl. 18.00 Svøríki – Føroyar

Allir dystir kunnu stroymast á youtube síðuni hjá IHF, sum eitur “IHF Competitions”. Sí leinkið her.

Ovastu tvey liðini úr hvørjum bólki koma víðari til meginumfarið, meðan nummar trý og fýra skulu spæla sonevnda Presidents Cup, sum er um plássini 17-32. Eftir innleiðandi bólkaspælið, verður bólkurin hjá Føroyum samantvunnin við bólk G, har Týskland, Argentina, Saudi Arabia og USA kappast.

Lesið annars alt um kappingina her, úrslit, støður og hagtøl: IHF | Competition Home Page