Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Soleiðis skrivaði KÍ føroyska fótbóltssøgu og føroyska ítróttarsøgu

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Agnar Prestá siga frá størsta føroyska fótbóltsbragdinum nakrantíð 7-6 (3-3) sigrinum hjá KÍ á BK Häcken aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping. Talan er um eitt hitt fremsta avrikið nakrantíð í føroyskari ítróttarsøgu, ið tryggjar KÍ eitt pláss í einum evropeiskum bólkaspæli. KÍ møtir norsku meistarunum, Molde í triðja umfarinum í Champions League undankappingini.