Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lektari: Trump kann enn gerast forseti hóast nýggjar ákærur

Donald Trump kann føra valstríð frá einum fongsulskliva, um hann verður dømdur fyri nýggju ákærurnar

Hóast nýggjar ákærur eru reistar móti Donald Trump, so kann hann enn gerast forseti í USA.

Tað metir Niels Bjerre Poulsen, lektari í amerikanskari námsgrein við lærda háskúlan í Odense.

– Mann kann í prinsippinum sita í fongsli og vera forseti, sigur hann við Ritzau

Mánakvøldið bleiv fyrrverandi forsetin í USA, Donald Trump, ákærdur fyri fýra nýggj viðurskifti í stóru sakini móti honum, har hann er ákærdur fyri svik og samansvørjing, tá hann í 2020 royndi at forkoma úrslitinum av forsetavalinum, sum hann tapti fyri Joe Biden.

Hetta kemur afturat ákærunum móti Trump, og hvønn leiklut hann átti í samband við, at viðhaldsfólk hjá honum tóku seg inn í kongressina í Washington tann 6. januar í 2021.

Amerikanska stjórnarskipanin er so mikið breið við sínari orðing, at hóast Donald Trump í Florida verður dømdur eftir njósnarlógargreinini, fyri at goyma loynilig skjøl, so er tað ikki ein juridisk forðan fyri at gerast forseti, sigur lektarin.

Niels Bjerre Poulsen vísir tó á, at tað er eitt punkt í stjórnarskipanini, sum kann forða Trump fyri at taka sætið í Washington, vinnur hann forsetavalið komandi ár, og tað er 14. uppískoytið í stjórnarskipanini, ið varð innførd eftir amerikanska borgarakríggið.

Tá bleiv tað viðtikið, at ein ikki kann gerast forseti, um ein er dømdur fyri at hava roynt at fella amerikonsku stjórnina.

Nýggju ákærurnar móti Donald Trump kunnu, sambært Niels Bjerre Poulsen, tulkast til hetta 14. uppískoytið, tí tað snýr seg um at taka úrslitið frá amerikanska forsetavalinum frá amerikanska fólkinum.

– Tað vildi verið einasti møguleikin, skuldi hann verið dømdur eftir hesum uppískoytinum, at forða honum í at gerast forseti aftur. Men vit eru í einum heilt nýggjum juridiskum øki, tí USA hevur ongantíð havt ein forseta, sum hevur verið forseti, meðan hann hevur sitið í fongsli, men tað er faktiskt eitt dømi um, at valstríð hevur verið ført frá einum fongsulskliva. Tað gjørdi sosialisturin Eugene Debs, tá hann í 1920 sat í fongsli, sigur Niels Bjerre Poulsen.