Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ivanka Trump skal vitna móti pápa sínum

Løgfrøðiliga baklandið hjá Trump familjuni hevur søkt um at frítaka Ivanku Trump frá at vitna móti pápa sínum. Rætturin hevur nú staðfest, at tað verður kravt av henni at vitna

Brekkan tykist brøtt og skuldsetingarnar endaleysar mótvegis Donald Trump. Nú eru hann, og tveir av synum hansara, ákærdir fyri svik í New York.

Sambært CNN og BBC, hevur dómarin í sakini, Arthur Engoron, sett fram krav um at dóttir Donald Trump, Ivanka Trump, skal vitna í sakarmálinum. Hennara advokatar hava áður sent umsókn um at sleppa undan, men bar hon ikki á mál.

Eisini skriva nærliggjandi miðlar, at Arthur Engoron umframt tað, hevur gjørt av, at Ivanka ikki skal vitna fyrrenn mikudagin. Hetta gevur henni ein møguleika at kæra avgerð dómarans.

Ákærdur fyri peningasvik og villeiðandi, um ikki falskar, upplýsingar

Tá verandi justitsminastari í New York statinum, Letitia James, stevndi Donald Trump í 2022, fyri at borið fram falskar og villeiðandi upplýsingar. Hetta gjørdi hann, sambært ákæruritinum, fyri persónligan vinning. Synir hansara, Eric og Donald Trump Jr., eru eisini ákærdir fyri at svika, saman við pápa teirra, við lánsgjøldum, tryggingum og skattafrádrátti.

Ivanka Trump var skuldsett, men ákærurnar vóru sleptar fyrr í ár. Kærustovnurin í New York metti at ákærurnar móti henni vóru blivnar ov gamlar.

Donald Trump sigur, sambært CNN, at hetta er ein heksajakt. Hann hevur kalla ákæran fyri bæði snýtara og rasist. Tað verður av ákæruritinum mett, at Donald Trump skal rinda knappar tvær milliardir krónur í endurgjaldi. Tað steðgar ikki har; ákærin ynskir eisini at frátaka Donald Trump, umframt synum hansara, rættin til at dríva vinnurekandi virksemi í statinum New York.

Fleiri nærliggjandi miðlar, so sum CNN og BBC, siga mest sum við ein munn, at hetta kann vera endin fyri valdsmikla ríkmannin. Donald Trump hevur sagt at hann stillar upp til forsetavalið í 2024, men tað verður torført. Umframt hesa og hópin av øðrum ákærum, er hann eisini ákærdur fyri at snýta við valúrslitinum í statinum Georgia, í 2020.

Les eisini...  Seks nýggjar bøkur frá Bókadeildini

Flestum kunnugt, so var Donald Trump als ikki glaður fyri valúrslitið í 2020. Hann royndi sítt ítarsta at broyta hesi valúrslit, men uttan nakað hepni. Hetta er hann millum annað eisini ákærdur fyri.