Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Per Högmo: – Dysturin í vikuskiftinum kostaði okkum víðari luttøku í Champions League

Häcken-venjarin, Per Mattias Högmo, skyldaði upp á, at av tí at Häcken spældi ein harðan og tungan dyst seinasta vikuskiftið móti Elfsborg, so kostaði hetta dýrt í dystinum móti KÍ

Undan dystinum millum Häcken og KÍ var Aftonbladet eirindaleyst: Häcken fær ikki ein betri møguleika at koma í bólkaspælið í Champions League enn nú.

Hóast fyrri dysturin millum liðini bæði endaði við javnleiki við Djúpumýrar í Klaksvík, so vissaðu bæði Häcken-venjarin, Per Mattias Högmo, og vinstri bakkurin hjá svensku meistarunum, Kristoffer Lund, fyri, at Häcken fór at hava ein fyrimun á heimavølli, av tí Bravida-leikvøllurin í Göteborg er størri enn vøllurin í Klaksvík.

– 740 eyka fermetrar heima á Bravida ger, at vit fara at hava meira tíð á bóltinum, segði vinstri bakkurin hjá Häcken, Kristoffer Lund, við Aftonbladet undan dystinum.

Men Champions League-dreymurin hjá Häcken brast, eftir at KÍ sló svensku meistararnar út úr kappingini eftir brotssparkskapping.

Eftir dystin var tað eisini ein skuffaður Häcken-venjari, ið tosaði við Aftonbladet.

– Ja, hetta bleiv tíverri ein tungur dagur á kontórinum. Tað vóru nógvir av spælarunum, ið høvdu tung bein í dag, eftir at hava spælt tíggju móti 11 leingi móti Elfsborg í vikuskiftinum, men samstundis havi eg alla virðing fyri Klaksvík. Tað er ikki av tilvild, at tað eydnast so væl hjá teimum. Teir vunnu 3-0 móti Ferencvaros á útivølli, og í dag síggja vit, hví teir gjørdu tað, segði Per Mattias Högmo við Aftonbladet eftir dystin í gjár.

– Tað er tað klárt, at vit eru skuffaðir júst nú. Vit hildu, at vit fóru at klára hetta her. Men vit høvdu mest at tapa, og teir høvdu alt at vinna. Dysturin bleiv meira opin, enn vit ætlaðu og okkara spælarar gjørdust troyttir.

Les eisini...  Hoyr Bárð á Reynatrøð, Andrias Edmundsson og Hørð H. Askham seta orð á dystin í Oslo

Tapið fyri KÍ merkir, at Häcken nú skal spæla móti Zalgiris Vilnius úr Litava fyri at koma í Europa League-bólkaspælið, meðan KÍ skal møta norsku Molde um at spæla seg í Champions League-bólkaspælið.