Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B36 er víðari til triðja umfar

B36 er víðari til triðja umfar í Conference League. Í gjárkvøldið spældi B36 returdystin móti walisisku Haverfordwest á Cardiff City-leikvøllinum

Hóast B36 var favorittur at fara víðari, so mátti longd leiktíð til.

Haverfordwest fekk einasta málið í vanligu leiktíðini, og tí stóð á jøvnum millum liðini, 2-2 samanlagt. Men í longdu leiktíðini fekk B36 eitt brotsspark, sum Jann Benjaminsen setti trygt í netið.

B36 er tí samanlagt víðari og skal nú møta kroatiska Rijeka.

Hetta er samstundis 11. ferðin, at B36 spælir seg víðari í evropeiskum kappingum.