Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

U19: Føroyar taptu fyri Iran

Í gjár spældi føroyska U19-liðið við monnum móti Iran, og tað vóru iranar, ið drógu longra stráðið og vunnu dystin

Iran vann dystin 29-27. Hálvleiksstøðan var annars 13-9 til Føroyar.

Hóast føroyska liðið var frammanfyri 17-11 tíðliga í seinna hálvleiki, máttu føroysku U19-menninir til endans lúta fyri einum iranskum liðið, sum ongantíð gav upp.

Iran vann seg spakuliga inn í dystin og samstundis steðgaði føroyska álopsspælið upp. Yvirtalsspælið hepnaðist ikki nóg væl, og føroysku spælararnir vóru heldur ikki nóg kaldir, tá møguleikarnir komu í seinna hálvleiki.

Besta álopsvápnið, Óli Mittún, mátti út við krampa, tá fimm minuttir restaði í av dystinum og mátti hann, sambært hondbóltsreglunum, harvið sita úti í trý álop, meðan hann fekk viðgerð uttanfyri vøllin, og tað merktist aftur inni á vøllinum.

Hóast dysturin var sera tættur seinastu løtuna, har tað kundi koppað báðar vegir, so var tað Iran sum veruliga setti seg á dystin seinastu løtuna av dystinum, so at endaliga úrslitið gjørdist 29-27.

Málskjúttar hjá Føroyum vóru:

Óli Mittún 9 (7)

Ísak Vedelsbøl 5

Óla Jákup Gaard Olsen 4

Niklas Gaard 4

Rókur Ziskason 2

Jákup Egholm 2

Búi Poulsen 1

Føroyar møta Svøríki leygardagin klokkan 18, og nú skulu Føroyar vinna dystin fyri at koma víðari til topp 16.

Dysturin kann stroymast á Youtube-rásini hjá IHF, sum eitur IHF Competitions.