Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

2-2 javnleikurin smakkar betri hjá Daniel Obbekjær enn hjá Dan Brimsvík

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jóhan á Mýruni siga frá teimum fýra málunum, ið komu í dystinum 07 Vestur-B36 2-2 (0-2). Hoyr Jóhan taka samanum ein góðan og spennandi dyst, og hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við liðskiparan hjá 07 Vestur, Daniel Obbekjær og høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík.

B36 var á odda 2-0 tá 85 minuttir vóru farnir av dystinum, og tí smakkar javnleikurin munandi betri hjá Daniel Obbekjær enn hjá Dan Brimsvík.

Myndir: Trygvi Absalonsen