Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Norskt innslag um KÍ-bragdið

Eftir KÍ-bragdið móti BK Häcken, so gjørdi lokala radiostøðin í Molde, 1FM, eitt innslag, har tosað varð við umboð frá føroyska lokalradio´inum, FM1

Norska 1FM hevur verið til í 25 ár, og er eitt av teimum best umtóktu lokalútvarpsstøðunum í Noregi.

Hanne Fleischer, sum hevur verið vertur á 1FM síðan 2013, hevur gjørt hetta innslagið um KÍ, har vit millum annað hoyra frásøgumannin hjá FM1, Trygva Absolonsen, siga frá brotssparkskappingina móti BK Häcken og hvussu stórt hetta bragdið er:

Frokostshowet på 1FM við Hanne Fleischer (Um TAB viralt í Norra – tá ið Kí slóg Haken út)