Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Harry Kane umhugsar støðuna í Tottenham

Bayern München og Tottenham eru blivnir samdir um prísin fyri Harry Kane. Men tann enski áleyparin er ivasamur í einum skifti til tað týska stórfelagið.

Bayern München og Tottenham eru blivnir samdir um prísin fyri Harry Kane, sum er áljóðandi kr. 745 mió. Men tann enski landsliðsáleyparin er ivasamur í einum skifti til tað týska stórfelagið.

Harry Kane hevur eitt ár eftir av sáttmálanum og kann heintast ókeypis komandi summar. Her kann tað hugsast, at fleiri onnur feløg sum Manchester United, Chelsea og Real Madrid eru klárir við einum sáttmála.

Leiðslan í Tottenham hevur boða frá, at Harry Kane skal leingja sáttmálan við felagið ella seljast í summar, sambært miðlar.

Bayern München hevur leingi verið eftir einum avloysara fyri Robert Lewandowski, tá ið hann í fjør skifti til F.C Barcelona. Teir royndu seg við Sadio Mané úr Liverpool, men eftir eitt miseydna uppihald, er hann nú seldur víðari til Al-Nassr.

Ítróttarskrivarin Melissa Reddy er sannførd um, at Bayern München vildi ikki lagt eitt formelt boð uppá Harry Kane, um eingin áhugi var í einum skifti.

Premier League fer í gongd í vikuskiftinum og her skal Tottenham leika ímóti Brentford á útvølli. Dysturin verður leiktur sunnudagin klokkan tvey.