Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Liðskiparin leiddi liðið til fyrstu greipuna í 20. øld

Hann var liðskipari og spælskipari á sera væl spælandi Spurs-liði.

Danny Blanchflower varð føddur 10. februar 1926 í Belfast í Norðurírlandi. Hóast hann varð doyptur Robert Dennis Blanchflower, so varð hann altíð róptur Danny Blanchflower.

Hann var lutfalsliga gamal, tá hann í 1949 skifti frá Glentoran til Barnsley. Tað var eisini sama ár, at hann spældi fyrsta landsdystin fyri Norðurírland. Umvegis Aston Villa skifti hann til Tottenham Hotspur í 1954 og har fekk hann sítt veruliga gjøgnumbrot, har hann saman við skotska landsliðsleikaranum Dave Mackey og enska landsliðsleikaranum Norman Hunter mannaði sterka miðvøllin hjá Spurs.

Sjálvur spældi hann sum høgri hálvbakkur og var liðskipari, men hann kom eisini í satt ódnarveður, tá hann undir einum dysti tók felagsstjóran, Jimmy Anderson, av ræði og Tottenham tapti. Hann hevði tikið við sum liðskipari eftir Alf Ramsay og tað var ikki fyrr enn Bill Nicholson gjørdist felagsstjóri, at hann aftur gjørdist liðskipari, men tvær ferðir valdu blaðmenninir hann til ársins leikara (í 1958 og 1961).

Tá Spurs tryggjaði sær meistaraheitið 17. apríl 1961 við einum 2-1 sigri á heimavølli ímóti Sheffield Wednesday varð hann stórfagnaður við áhaldandi fagnaðarrópum: “Vit ynskja Danny! Vit ynskja Danny!” 57.000 áskoðarar, har allir tóku undir við fagnaðinum. Tríggjar vikur seinni varð liðskiparin borin á herðunum hjá Ron Henry og John White, meðan hann helt blá-hvítt prýdda steypinum upp í loft, tá Spurs hevði vunnið ein 2-0 sigur á Leicester City í FA Cup finaluni og Spurs samstundis gjørdist fyrsta liðið, sum vann greipuna í 20. øld (Aston Villa hevði megnað tað í 1897).

Árið eftir skoraði hann sjálvur upp á brotsspark, tá Spurs vann 3-1 á Burnley og í 1963 leiddi hann liðið, tá Spurs vann heili 5-1 á Atlético de Madrid og tryggjaði Bretlandi fyrsta europeiska steypið.

Les eisini...  Málmaður skorar hattrikk

Hann umboðaði eisini Norðurírland undir HM 1958 í Svøríki, har liðið vann seg í fjórðingsfinaluna, men tapti 0-4 fyri Fraklandi. Í 1962 gjørdist hann fyrsti norðurírin, sum spældi hálvthundrað landsdystir.

Tá ið hann hevði sett gaggurnar á hillina, royndi hann seg sum felagsstjóri hjá Chelsea og landsliðsstjóri hjá Norðurírlandi, men bert í heilt stutta tíð. Seinni gjørdist hann blaðmaður hjá Sunday Express og kom í rættiligt ódnarveður, tá ið hann sýtti fyri at luttaka í This is Your Life, tí hann helt, at tað gjørdi seg inn á privatlívið, men hann var sera væl umtóktur leikari hjá Spurs og dugdi avbera væl at frambera seg.

Danny Blanchflower andaðist 9. desember 1993.