Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Matthias trýr enn upp á tað hóast 1-3 tapið á Tórsvølli – Dan hevur meira dempaðar vónir

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jóan Paula Jacobsen siga frá teimum fýra málunum og einari margháttligari brotssparksstøðu í Europa Conference League undankappingardystinum á Tórsvølli, ið B36 tapti 1-3 fyri Rijeka. Hoyr Jóan Paula taka samanum dystin, ið tíverri var ov nógv merktur av, at 31 ára gamli finski dómarin, Mohammed Al-Emara manglar altjóða royndir. Hetta var bert annar altjóða dysturin í vaksnamannafótbólti hann dømir. Hoyr eisini samrøðurnar Trygvi gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, og við málverjan, Matthias H. Lamhauge. Mathias er vónríkur um, at B36 enn kann vinna seg víðari. Dan er eitt sindur meira varin, og heldur, at serliga 1-3 málið ger tað torført hjá B36 á útivølli í Kroatia komandi hóskvøld.

Myndir: Trygvi Absalonsen