Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jóannes við Tobba: – Høvdu tit roknað við at Putin fór í koma av Høgna Hoydal?

(Ljóðbrot): Í “Stjórnini – politikkur á skák” var millum annað russlandssáttmálin til viðgerðar, har orrusta hevur tikið seg upp í Tjóðveldi, eftir at aðalstjórnarkvinnan í flokkinum er farin beint ímóti floksformanninum, Høgna Hoydal

– Høvdu tit veruliga roknað við, at Putin fór í koma, tí at Høgni Hoydal stongdi nakrar havnir?

Soleiðis spurdi fyrrverandi løgmaður Jóannes Eidesgaard borgarstjóran í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, tá fyrrverandi løgmaður, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen høvdu fiskiveiðusáttmálan við Russland til viðgerðar í sendingini á FM1 “Stjórnin – politikkur skák”, har Árni Gregersen er vertur.

Brotið kann hoyrast her:

Síðan landsstýrið hevur sett strangari tiltøk í verk móti russiskum skipum í Føroyum, hevur orrusta tikið seg upp í Tjóðveldi, har tað seinasta er, at aðalstjórnarforkvinnan í Tjóðveldi, Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, er farin beint ímóti floksformanninum, Høgna Hoydal.

Í sendingini segði Tórbjørn Jacobsen, at tað er upp á sítt pláss at eftirmeta tiltøkini, hóast tey bert hava verið í gildi í gott og væl ein mánað. Í sendingini legði hann áherðslu á, at tiltøkini raka slett ikki Russland, men bara Føroyar.

Hoyr alla sendingina her

Hoyr alla sendingina her: