Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýtt poddvarp: Mentanarmagasinið

Endamálið við Mentanarmagasininum er at koma inn um og aftur um tað, sum føroysk listafólk arbeiða við, hava givið út, ætla at fara undir ella droyma um at gera

Mentanarmagasinið er afturvendandi mentanarpoddvarp við tíð og rúm fyri tí, listafólk hava upp á hjarta og vilja tosa um. Talan er um samrøðu tvørtur um listagreinar, har listafólkini sleppa til orðanna — og sleppa at seta spurningar til hinar gestirnar kring borðið í studionum í gamla klædnahandlinum Vogue í miðbýnum í Havn.

Endamálið við Mentanarmagasininum er at koma inn um og aftur um tað, sum føroysk listafólk arbeiða við, hava givið út, ætla at fara undir ella droyma um at gera.

Fyrstu gestirnir í Mentanarmagasininum arbeiða øll innan hvør sína listagrein, men í hesum døgum hanga tey øll eitt sindur saman.

Dania O. Tausen, sum júst hevur givið út plátuna “Ja (pt. 1)”, arbeiðir eisini við eini størri sjónbandaverkætlan til plátuna. Við í hesi verkætlan er eisini Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, sum sjálv er aktuell við dansiframsýningini Minnisbrot. Henni er Beinir Bergsson eisini partur av, men Beinir skrivaði eisini ein tekst til skránna til Ólavsøkuframsýningina, har hann eisini las upp til ferniseringina. Dania var eisini til ferniseringina — og soleiðis hongur alt eitt sindur saman í fyrstu útgávuni av Mentanarmagasininum.

Ein tónleikari, ein dansari og ein rithøvundur tosa saman um tað, tey arbeiða við júst nú, tað tey hava givið út og kanska eisini droyma um. Vertur er Rólant Waag Dam.