Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Chelsea hevur vunnið dystin um Moisés Caicedo

Chelsea er komið til semju við Brighton um Moisés Caicedo. Prísurin nærkast einari milliard og hann gerst eisini tann dýrasti leikarin í Onglandi.

Ein av teimum heilt stóru transfer saga nærkast endanum. Hóskvøldið var boðað frá, at Moisés Caicedo var ávegis til Liverpool, tá ið Brighton og Liverpool samdust um ein prís á kr. 950 mió. Venjarin Jurgen Klopp váttaði eisini á tíðindafundinum undan dystinum millum Chelsea og Liverpool, at teir vóru samdir um prísin, men tað bert var ein avtala við leikaran ið manglaði.

Hettar datt niður fyri og handilin bleiv til einkis, tá ið Moisés Caicedo longu hevði valt Chelsea.

Moisés Caicedo gjørdi eina avtalu við Chelsea í mai mánaða og tískil bíðaði hann bert eftir at sølan skuldi fara ígjøgnum. Nú eru Chelsea og Brighton komnir til semju um prísin fyri miðvallaran, Moisés Caicedo. Hettar váttar ítróttarskrivarin Fabrizio Romano.

Prísurin nærkast einari milliard og leikarin fer at skrivað ein 8 ára sáttmála við London felagið. Brighton hevur eisini tryggja sær nøkur prosentir av einari víðarisølu. Nú er bert læknakanningin eftir, áðrenn tann 21 ára gamli miðvallarin kann kunngerast á Stamford Bridge.

Í juli mánaða fekk Chelsea eina bót á kr. 74 mió fyri at bróta Financial Fair Play, sum teir høvdu brotið undir fyrrverandi eigarinum, Roman Abramovic. Nógv virksemið hevur verið undir nýggja eigarinum Todd Boehly og leikarar eru keyptir fyri nógvan pening. Enzo Fernandez er ein av leikarum, ið bleiv keyptur úr Benfica fyri kr. 900 mió og hann gjørdist eisini dýrasti leikarin í Onglandi.

Men við keypinum av Moisés Caicedo, ger at tann 21 ára gamli miðvallarin slær hesa rekordina.

Chelsea og Liverpool leiktu í dag á Stamford Brigde, sum endaði við einum 1-1 javnleiki. Málini skoraðu Luis Diaz og Axel Disasi.