Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Frá 4. deild til ársins leikara í Europa

Superstjørnan hjá Shankly skoraði fyrsta málið henda dagin í 1971.

Vrakaður í fleiri feløgum

Kevin Keegan varð føddur í Armthorpe og um heilt illa vildi til, so hevði hann kanska ikki spælt í bestu deildini. Sum 15-ára gamal fekk hann møguleikan at venja við felagnum í grannalagnum, Doncaster Rovers. Lagnan lagaði tað so, at Keegan gjørdist 5 minuttir ov seinur og tá vóru leikararnir farnir onkra aðrastaðni. Doncaster setti seg ongantíð í samband við Keegan aftur. Frammanundan hevði hann havt næmingasáttmála við Coventry City, men teir vístu heldur ongan áhuga.

Scunthorpe United

4. deildarfelagið Scunthorpe United tók Keegan undir sínar veingir í desember 1968 og eftir eina trilvandi byrjan, so gjørdi hann vart við seg og stórfeløgini byrjaðu at vísa honum áhuga. Arsenal ynskti at fáa Keegan við uttanlands við einum ungdómsliði, men tað vildi Keegan ikki hoyra talan um.

FA Cup finalan í 1971

Í mai 1971, meðan Liverpool fyrireikaði seg til FA Cup finaluna ímóti júst Arsenal, tá framdi Shankly sítt snildasta keyp, tá hann keypti unga miðvallarleikarin Kevin Keegan. Shankly visti, at hann hevði keypt ein leikara við framúrskarandi menningarmøguleikum, sum hann helst hugsaði sær at avloysa Ian Callaghan á høgra vongi, tí tann royndi leikarin hevði álvarsamar liðbandstrupulleikar. Felagið fann sær tann nýggja nummar 7 hjá Scunthorpe United í 4. deild, har hann hevði skorað 18 mál í 124 dystum og Shankly keypti hann fyri heldur lítlu upphæddina á einans £33.000 – enntá uttan at síggja hann spæla, tí viðmælini frá talentleitaranum vóru so sterk.

Skjótt gjørdist tað eisini greitt fyri bæði felagsstjóranum og The Kop, at tey høvdu funnið nakað heilt serligt. Við stórum, svørtum kjálkaskeggi, einum flagsandi Beatles-hársniði og einum ótálmaðum kropsburði tók Keegan av møguleikanum frá 4. deild til Anfield við einum endamáli: At spæla fótbólt á hægsta stigi – og tað skuldi vera frá fyrsta degi.

Frá Hunt/St John til Keegan/Toshack

Á fyrsta stórliðnum hevði Shankly havt Roger Hunt og Ian St John sum álopspar. Í nøkur kappingarár hevði Shankly roynt at mannað álopsparið av nýggjum, men skaðar og feilkeyp høvdu forðað fyri, at rætta samansetingin varð funnin. John Toshack varð keyptur frá Cardiff City í november 1970 fyri £110.000, men miðvallarleikarin Keegan foldaði seg ikki út, fyrr enn hann varð settur fram í álopið og tá glapp. Kevin Keegan spílaði seg út og Bill Shankly segði ofta seinni: “Vit høvdu vunnið FA Cup finaluna, um Kevin Keegan hevði spælt við!”

Kevin Keegan var keyptur sum ein leikari við menningarmøguleikum frá Scunthorpe fyri ein triðing av upphæddini hjá Toshack, men beint fyri kappingarbyrjan í 1971-72 vórðu teir greipaðir saman í einum innanhýsis venjingardysti. A-liðið vann 7-0, har Toshack og Keegan skoraðu tvinni mál í part, sum krýndi eitt sera væleydnað samstarv. Teir vóru sum skraddaraseymaðir til hvønnannan. Serliga hávaksni Toshack menti seg til ein betri áleypara við Keegan aftan fyri seg, og teir byrjaðu at spjaða verjur sundur við einari stundum telepatiskari fatan. Altíð dugdu teir at finna hvønn annan, sjálvt frá teimum mest ógjørligu støðunum við einari fríspæling ella einum skallara. Toshack hevði styrkina og hæddina, meðan lágvaksni Keegan hevði kvikleikan og skuldi vísa seg at vera síðsti brikkurin í puslispælinum.

Fyrsti dystur hjá Keegan

Tann 20-ára gamli Yorkshiremaðurin slapp ikki við, tá Liverpool fleyg avstað á árliga túrin undan kappingarárinum, men fýra dagar áðrenn kappingarárið 1971/72 skuldi byrja, valdi Shankly Keegan til fyrstaliðið í einum venjingardysti á heilum vølli á Melwood. Hetta var vanliga ein dystur, har venjingarstøðan er týdningarmiklari enn úrslitið. Men Keegan var óstýriligur tann dagin og Shankly ivaðist ikki í at geva honum fyrsta dyst ímóti Nottingham Forest leygardagin eftir, tá landskappingin byrjaði. Keegan tørvaði bara 12 minuttir fyri at vinna viðurkenningina frá The Kop við einum skjótum byrjanarmáli móti Nottingham Forest. Tað var leygardagin 14. august 1971, kappingarárið var júst byrjað, og sjálvt um málið tóktist eitt sindur fløkjasligt, hevði tað tí orkuna og opportunismu, sum fjeppararnir komu til at elska Keegan fyri meginpartin av 1970-árunum. Aftan á at hava skorað trý mál í fyrstu fimm landskappingardystunum, so var tað týðiligt, at hann var komin á fyrstaliðið fyri at vera. Í roynd og veru spældi Keegan ongantíð á eykaliðnum øll tey sjey kappingarárini á Anfield!

Les eisini...  Besti írski málskjúttin nakrantíð

Shankly hevði styrkt sín hóp í summarinum 1971 við keypinum av Kevin Keegan. Tann fyrrverandi Scunthorpe áleyparin skoraði í sínum fyrsta dysti á Anfield í 3-1 sigrinum á Nottingham Forest; men nýggja liðið hjá honum hevði eitt misjavnt kappingarár. Teir fóru út av kós aftaná eina góða byrjan; men vunnu síðani 13 av 14 dystum frá seinast í januar til seinast í apríl.

Tankaflutningssamband millum Keegan og Toshack

Til tíðir tóktust teir at hava eitt tankaflutningssamband ella vóru á markinum til nakað yvirnatúrligt. Ta kom so vítt, at ein sjónvarpssending ynskti at kanna, um talan var um eitt tankaflutningssamstarv. Teir sótu rygg ímóti ryggi í einum rúmi, har einastu ljóskeldurnar komu frá upptøkutólunum. Keegan hevði ein bunka av kortum í ymsum skapum og litum, og uppgávan hjá Toshack var síðani at siga litin ella skapið á kortinum, sum Keegan hevjaði upp í loft uttan, at Toshack slapp at síggja kortið. 

Var kortið svart, so hugsaði Keegan um deyðan og var kortið reytt, so hugsaði Keegan um Liverpool … ella blóð osfr. Fyri at tað ikki skuldi vera lygn, so fekk Toshack 16 røtt av 25, sum er rættiliga skelkandi, tí miðaltalið er okkurt um 4 av 25 og Toshack rakti eisini rætt, tá sami liturin varð hevjaður á rað. Sjónvarpsfólkini gjørdust sera bilsin av úrslitinum.

Ársins leikari í Europa

Kenny Dalglish avloysti seinni Keegan, tá hann skifti til Hamburger SV summarið 1977, men fyrst hevði Keegan lyft Liverpool upp á europeiska fótbóltstindin. Liverpool vann aftur Europa Cup fyri meistaralið í 1978, meðan Kevin Keegan varð kosin ársins leikari í Europa í 1978 og 1979. Kenny Dalglish skoraði eisini fyrsta málið fyri Celtic í einum kappingarførum dysti, tá Celtic vann 2-0 á Glasgow Rangers í skotsku League Cup tann 14. august 1971.