Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nógvur vindur komandi døgnið

Í hesum sambandi heitir løgreglan á fólk um at tryggja allar leysar lutir og tilfar. Nakrir vindskaðar hava verið seinasta døgnið

Veðurstova Føroya sigur, at tað verður nakað av vindi í dag, men í nátt og í morgin árini verður tað kolandi stormur og ódn.

Í samband við, at veðurforsagnirnar siga frá sera nógvum vindi komandi dagarnar, og í hvirlunum upp til ódnarstyrki, heitir Føroya Politi á fólk um at tryggja allar leysar lutir og tilfar, sum kunnu verða til ampa ella skaða, um hesi fara á flog í vindinum.

Fyrrapartin í morgin veksur vindurin upp í hvassan storm, 25 til 28 m/s. Samdrigið og regn. Fram ímóti middegi í morgin gongur hann upp í vestan, og tá veksur vindurin upp í kolandi storm, 29 til 33 m/s, við hvirlum upp í ódn, yvir 35 m/s.

Vørubilur tikin av vindi
Hetta seinasta døgnið hevur verið fitt av vindi, og tað hevði millum annað við sær, at ein vørubilur varð tikin av vindi um 13-tíðina í gjár, og fór omanav vegnum.

– Vørubilurin koyrdi millum Varmakeldueiðið og Kambsdal, tá bilurin bleiv tikin av vindi og fór uppum bilverjuna og omanav vegnum við eitt seyðhús á Kambsdali, greiðir vaktleiðarin í Føroya Politi frá.

Vørubilurin fekk nakað av skaða, men bilførarin slapp snikkaleysur frá hendingini.

Tómir oljudunkar á vegnum
Tað er líkt til, at ein bilførari ikki hevur tryggjað lastina nóg væl í morgun vesturi í Vátum, tí brúkari á Facebook greiðir frá, at viðkomandi møtti einum lastbili millum Miðvág og flogvøllin, sum misti tómar oljudunkar á vegin.

– Har feyk ein tómur oljudunkur úr lastini og mundi rakt meg í tí, at hann fór framvið. Eg bleiv kløkk og náddi tíverri ikki at síggja nummarplátuna. Við Vatnsoyrar lógu eisini fleiri dunkar á vegnum. Eg fekk tíverri ikki tikið teir við, men eg fekk lagt teir til síðis. Vóni, at viðkomandi sær hetta og fer at rudda upp eftir sær, greiðir hesin Facebook-brúkari frá inni á Facebook-bólkinum, Koyrilíkindi.

Les eisini...  Jákup Pauli Breckmann: Javnleikur hevði verið meir rættvíst