Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Árni, hjálparvenjarin og formaðurin hyggja nú fram til Play Off dystin í Europa League

Hoyr samrøðurnar Rúni á Reynatrøð gjørdi við Árna Frederiksberg, hjálparvenjaran, Daniel Berg Hestad og við formannin, Tummas Lervig. Menn iðra seg um, at Luc Kassi javnaði til 1-1 í seinna hálvleiki, og eisini um, at tað ikki bar heim at vinna seg til eina brotssparkskapping móti Molde. Men menn hava longu sett fokus á Play Off dystin til Europa League, ið verður móti Sheriff Tiraspol úr Moldova. Fyrri dysturin verður á Tórsvølli, hóskvøldið 24. august.