Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Breyð við hýggj afturkallað

Coop Danmark afturkallar Naan breyð við hvítleiki

Hýggj kann vera í Coop Naan breyði við hvítleyki, og tí hevur Coop Danmark afturkallað breyðini, sum eisini eru seld í Føroyum.

– Coop Danmark A/S afturkallar Coop Naan breyð við hvítleyki, tí tey kunnu verða hýggjskotin. Hýggj á hesum breyðum ger tey óegnaði sum matvøra, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir fólkum til at lata vøruna inn aftur haðani hon er keypt ella beina hana burtur.

Heilt ítøkiliga er talan um “Coop Naan brød med hvidløg 2 stk.” í pakkunum. Nettovektin er 260 gram, og vøran hevur EAN-strikukota 7340011311768 – best fyri: 08.11.2023.

Hýggj ella skimmulsvampar kunnu gera svampaeitur sum ikki eigur at verða etið harav nøkur sløg kunnu verða krabbaelvandi og skaða arvaanleggini.

Meira um hýggj í matvørum er at finna á heimasíðuni hjá danska Fødevarestyrelsen: Mug på mad – Fødevarestyrelsen (foedevarestyrelsen.dk)