Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stjørnuleikari er úti við skaða í nakrar mánaðir

Kevin de Bruyne hevur fingið ein álvarsligan skaða og má sita uttanfyri í nakrar mánaðir.

Kevin de Bruyne mátti lata seg útskifta seg eftir 23 minuttum í dystinum millum Burnley og Manchester City, ið var leiktur fríggjakvøldið.

Venjarin Pep Guardiola segði á tíðindafundi, at tað verður gjørd ein meting, um leikarin skal undir skurð. Hann væntar tó, at tann 32 ára gamli belgiski landsliðsleikarin verður uttanfyri í nakrar mánaðar, kanska upp í fýra mánaðir.

Undir Champions League finaluni ímóti Inter Milan, fór Kevin de Bruyne eisini út við skaða. Tá var talan um ein vøddaskaða í baklærinum og tað verður mett at verða tann sama skaðan, sum hann eisini hevur fingið sær hesuferð.

Manchester City vann hendan dystin 3-0 við málið frá Erling Haaland (2) og Rodri.