Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggi landsliðsvenjarin havt sína fyrstu venjing

Mikudagin hevði nýggi venjarin hjá kvinnum, Signe Pries Andersen sína fyrstu venjing sum føroyskur landsliðsvenjari

Fyrireikingarnar til komandi UEFA Nations League kapping hjá kvinnum, sum byrjar um ein stóran mánað, eru so smátt farnar í gongd, og mikudagin hevði nýggi landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen sínar fyrstu venjingar við føroyska hópinum.

Sum spælari hevur Signe Pries Andersen umboðað donsku feløgini Vejle BK, SønderjyskE, Brøndby IF og Kolding Q, og hon hevur eitt nú vunnið fimm donsk meistaraheiti og spælt fjórðingsfinalur og hálvfinalur í UEFA Champions League við Brøndby IF fyrst í 10’unum.

Útbúgvingarliga tekur hon í løtuni UEFA Pro-venjaraprógv, umframt at hon hevur kandidatútbúgving í ítrótti og heilsu við sergrein í kapping og úrvalsítrótti.

28 spælarar vóru boðsendar til tær báðar venjingarnar, sum vóru á Tórsvølli mikudagin. Undan fyrru venjingini nýtti nýggi venjarin at heilsa upp á spælararnar, og tosað varð um tær avbjóðingar, ið standa fyri framman í hesum árinum.

Hópurin
Margit Kwao, 07 Vestur
Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)
Judith E. Hansdóttir, B36
Olga Kristina Hansen, B36
Valborg Østerø, B36
Sarita Petersen, EBS/Skála
Jensa Tórolvsdóttir, FC Thy – Thisted Q (Danmark)
Mona Rasmusdóttir, FC Thy – Thisted Q (Danmark)
Monika Biskopstø, HB
Rúna Jacobsen, HB
Sarita Maria Mittfoss, HB
Ása Stórá Carlsen, HB
Sunneva Willemoes, HB
Rebekka Benbakoura, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Óluva A. Joensen, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Loa Samulsen, KÍ
Maria V. Johansen, KÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Sara Samson Laumhauge, NSÍ
Rúna Olsen, NSÍ
Lena Olsen, NSÍ
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)

Í komandi UEFA Nations League kapping eru Føroyar í bólki C3, saman við Montenegro, Kýpros og Aserbadjan.

Les eisini...  Tórshavn Open og Faroe Islands Open - komandi vikuskifti verður dart í heimsflokki á Glasir

Skráin
Fríggjadagin 22. sept. Føroyar – Montenegro
Týsdagin 26. sept. Kýpros – Føroyar

Fríggjadagin 27. okt. Føroyar – Aserbadjan
Týsdagin 31. okt. Føroyar – Kýpros

Fríggjadagin 1. des. Montenegro – Føroyar
Týsdagin 5. des. Aserbadjan – Føroyar

16-08-2023 A-landsliðsvenjing kvinnur á Tórsvølli-19

16-08-2023 A-landsliðsvenjing kvinnur á Tórsvølli-18

16-08-2023 A-landsliðsvenjing kvinnur á Tórsvølli-17

16-08-2023 A-landsliðsvenjing kvinnur á Tórsvølli-16

16-08-2023 A-landsliðsvenjing kvinnur á Tórsvølli-15

Myndir: Bjarni Enghamar/fsf.fo

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo