Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Framtíðin hjá Okkara ikki avgjørd enn

Einar Waag vil ikki siga, júst hvørjar møguligar ætlanir tey hava fyri Okkara, men tá komið er út í heyst, vita tey meira, um hvør lagnan hjá felagnum skal vera

Tað er framvegis ikki heilt greitt, hvat skal henda við framleiðsluni hjá Okkara á Velbastað.

Tað sigur Einar Waag, stjóri í Føroya Bjóri, og sum eisini eigur og er stjóri í Okkara.

Aðrir miðlar hava áður borið fram, at starvsfólk eru uppsøgd hjá Okkara, og at virksemið á Velbastað skuldi halda uppat.
Men hetta er ikki heilt rætt, tí hóast starvsfólk eru uppsøgd hjá Okkara, og eingin framleiðsla hevur verið har í eina tíð, so er kortini ikki avgjørt at steðga framleiðsluni enn.

Hoyr samrøðuna: Bryggja og Brenna fegnast um lógaruppskotið um at loyva sølu av sterkum

Einar Waag sigur, at Okkara hevði framleitt nokk av vøru til alt summarið, og at tvey starvsfólk eru framvegis knýtt at framleiðsluni á Velbastað.

Ætlanin er at bryggja í øllum førum í tveimum umførum aftrat, meðan bíðað verður eftir, hvat hendir hendir við rúsdrekkalóggávuni.

Les eisini: Bryggjaríini skulu kunna selja sterkt til ferðafólk

Einar Waag vil ikki siga, júst hvørjar møguligar ætlanir tey hava við Okkara, men hann ger kortini greitt, at við uppskotinum hjá landsstýrismanninum í lógarmálum um at loyva sølu av sterkari løgi enn 5,8 prosent á sølustaðnum í sambandi við vitjanir, fer at bera til hjá Okkara at fáa ferðafólk framvið á bryggjarínum at selja teimum sterkara ølið, ið bryggjaríið framleiðir.

Umframt “vanligu” ølirnar í pilsnara- og gullstyrki, hevur Okkara eisini fleiri sterkari øl, og Velbastaður er eitt hanagleiv frá Havnini, vísir Einar Waag á, og heldur, at hetta kundi verið eitt ferðamið hjá ferðafólki.

Einar Waag væntar, at meira verður at frætta um lagnuna hjá Okkara, tá komið er út á heysti.