Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Heini: Forboð móti at brenna koranir ger ikki heimin tryggari

Heini í Skorini hevur seinastu vikurnar verið nógv at sæð og hoyrt í útlendskum miðlum, har hann hevur luttikið sum serfrøðingur í samband við kjakið í kjalarvørrinum av koranbrenningunum í Danmark og Svøríki

Síðan bæði danska og svenska stjórnin hevur róð frammundir, at arbeitt verður við at broyta lóggávuna soleiðis, at tað verður eitt forboð fyri millum annað at brenna koranir, so hevur hevur Heini í Skorini, ph.d. og lektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, verið nógv at sæð og hoyrt í útlendskum miðlum.

Hann var millum annað í Deadline á DR2 sunnukvøldið, har hann varð spurdur um, um koranbrenningar er religiónskritikkur ella islamofobi. Heini í Skorini segði, at hann ikki heldur heimin gerast eitt tryggari stað, um tað verður sett forboð móti at brenna koranir í Danmark.

Deadline sendingin kann síggjast her

Granskingarráðið hevur gjørt eitt lítið yvirlit yvir, hvørjar miðlar Heini í Skorini hevur tosað við seinastu tíðina í samband við hetta málið:

Samrøða við Zetland her

Samrøða við Kontrast her

Heini í Skorini hevur í fleiri ár granskað mørkini fyri talufrælsi. Nær verður frí tala til haturstalu? Í hvønn mun skulu religiøsir minnilutar verjast ímóti kritikki, satiru og niðrandi útsagnum? Og hvat skal altjóða lóggáva siga um hesar spurningar?

Hann hevur skrivað bókina “Kampen om ytringsfriheden. Religion, politik og global værdikamp”, sum kom út á Gads Forlag í apríl 2023 og fekk sera góða móttøku. Sí her

Í 2022 góvu Jacob Mchangama, Heini Skorini & Mathias Meier út grein, sum kallast “Hate Speech, Holy Prophets, and Human Rights: The Struggle for Free Speech from 1945–2021”. Hon kann lesast her

Í 2019 kom bók hjá honum út á forlagnum Routledge við heitinum: “Free Speech, Religion and the United Nations. The Political Struggle to Define International Free Speech Norms”. Les um hana her

Les eisini...  Sólorkurikin trailari avdúkaður

Hendan bókin byggir á ph.d.-verkætlanina hjá Heina í Skorini, sum Granskinagrráðið stuðlaði.

Kelda: Granskingarráð Føroya