Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgreglan tók mann fyri rúsdrekkakoyring

Løgreglan fekk fráboðan um ein bil, ið koyrdi ófantaliga. Tað vísti seg, at bilførarin var drukkin

Ein maður varð í Havn í gjár tikin fyri rúsdrekkakoyring.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at løgreglan fekk eina fráboðan um, at ein bilur í Havn koyrdi rættiliga óstøðugt.

Løgreglan fann bilin tætt við bústaðin hjá bilføraranum, og bilførarin varð kannaður.

Bilførarin varð sjónliga ávirkaður, og tað vísti seg, at maðurin hevði eina promillu oman fyri 1.

Blóðroynd varð tí eisini tikin av manninum, og úrslitiið av blóðroyndini verður avgerandi fyri, hvørja revsing maður fær.