Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

‘Gift ved første blik’-luttakari ónøgdur við DR

‘Gift ved første blik’-luttakarin Martin Brodersen er ónøgdur, hvussu DR hevur klipt og lýst hann í veruleikasjónvarpssendingini ‘Gift ved første blik’

Kendi havnarmaðurin Martin Dirch Brodersen, sum hevur búð í fleiri ár í Føroyum, og hevur verið við í seinastu veruleikasjónvarpssendingini ‘Gift ved første blik’, ið hevur verið sent í Danmarks Radio, er ónøgdur, hvussu DR hevur valt at lýsa hann í sendingini.

Tað sigur hann í seinastu útgávuni av ’Presselogen’, sum er danska útgávan av Pressuni hjá Øssuri Winthereig.

Martin Brodersen heldur millum annað, at DR hevur brúkt videobrot av honum, ið hann helst hevði viljað vórðu klipt úr sendingini. Tað er serliga eitt videobrot, sum hann festir seg við, tá hann langar nevan hart í borðið, meðan hann og hansara hjúnafelagi eru í einum heitum kjaki í sendingini.

– Tað er klipt heilt inn á bein. Eg blívi lýstur sum tann, sum tosar allatíðina og tann, ið brýtur av allatíðina. Eg haldi ikki, at DR vísir tær ymisku nuansurnar í okkara hjúnabandi, eins og mann sær hjá hinum pørunum, greiðir Martin Brodersen millum annað frá til danska TV 2.

DR hevur sent eitt skriftligt svar til TV2, har redaktørurin á sendingini, Anna Askov, skrivar, at DR hevur gjørt sítt besta at lýsa luttakararnar upp á ein rættvísan máta við tí í huga, at tað vóru 800 tímar av ráðklippi, ið varð klipt niður til átta tímar av sjónvarpstilfari.

Droymir um at flyta aftur til Føroya
Martin Brodersen búði, sum áður skrivað, í Føroyum í fleiri ár, eftir at hann varð giftur við føroyskari konu. Tey vórðu skild í 2011, men hann helt fram at búgva í Føroyum inntil 2016, tá hann flutti niður aftur til Danmarkar. Men hann droymir um at flyta aftur til Føroya upp á eitt tíðspunkt.

Les eisini...  Pusher Street skal latast aftur

– Føroyar er mítt næsta heim, og soleiðis fer tað altíð at vera. Eg sakni Føroyar, tá eg ikki eri har. Eg kundi gott hugsa mær at flutt aftur upp á eitt tíðspunkt – í hvørt fall, tá eg blívi abbi, sigur hann í samrøðu við Se og Hør.