Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Karl: Tað var brotsspark til HB

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jóan Paula Jacobsen siga frá teimum fýra málunum, ið komu í 3-1 sigrinum hjá HB á ÍF á ovara vølli í Gundadali. Hoyr eisini Jóan Paula taka samanum dystin. Hoyr eisini samrøðurnar Trygvi gjørdi við liðskiparan hjá ÍF, Karl A. Løkin sum staðfestir, at tað var brotsspark til HB í støðuni, ið førdi til 2-1 málið hjá Adrian Justinussen. Viðmerkjarin hjá FM1 var annars sera ivasamur um brotssparkið. Karl er nøgdur við hvussu væl hann og liðfelagarnir stríddust móti HB í dag. Hoyr eisini samrøðuna Trygvi gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Jákup Martin Joensen sum heldur, at hóast tað var væl tyngri at syfta ÍF í dag enn farna vikuskiftið, so var talan um ein uppibornan sigur til HB.

Mynd: Trygvi Absalonsen