Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

23 verkætlanir fáa útoyggjastuðul

27 umsóknir komu inn um stuðul til útoyggjamenning í ár. Av teimum fáa 23 verkætlanir stuðul. Stuðulsjáttanin er 1,1 milliónir krónur

Flestu av verkætlanunum snúgva seg um umvæling, dagføring og viðlíkahald av bygningum og øðrum á útoyggj. Harumframt eru eisini verkætlanir sum umfata mál og mentan og annað.

Endamálið við játtanini er at stuðla tiltøkum, sum eru mennandi fyri útoyggjar. Stuðulin kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum.

Ávísar treytir eru fyri at veita stuðul. Umsøkjarar skulu greiða frá endamálinum við verkætlanini, fíggjarætlan og hvussu hon verður framd. Útoyggjar, sum koma undir hesa skipan, eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun.

Stuðulsupphæddirnar í ár eru úr 10.000 krónur upp í 300.000 krónur.

Yvirlit yvir játtaðar verkætlanir sæst niðanfyri.

VerkætlanStuðulsupphædd
Útoyggjafelagið300.000
Bakkahjallur í Hattarvík60.000
Umvæling av neysti niðri á bakka í Hattarvík – framhald25.000
Pakkhúsið, Listabýlið, Atelier og Filmsverkstaður í Hattarvík – framhald40.000
KERLON – byggja tvey neyst uppaftur í Hattarvík – framhald25.000
Umvæling av hoyggjhúsi í Fugloy20.000
Vakstrarhús til grønmetisframleiðslu í Hattarvík16.000
Vakstrarhús til framleiðslu á Kirkju – framhald25.000
Umvæling og viðlíkahald av úthúsum sum hoyggjhúsi, fjósi, seyðahúsi og súrhoyggjabrunni á Kirkju – framhald10.000
Verkætlanin Multi-høli á Kirkju50.000
Umvæling av roykstovuvegginum í Mittúni á Kirkju20.000
Sláturhølið í Svínoy – framhald25.000
Tróndarstova, orku- og aquaphonics vakstrarhús í Svínoy – framhald50.000
Kafe/køkur og matarhøli v.m. Garðurin á Stórheygnum í Svínoy – framhald20.000
Felagið Bjarnafossur, bátasavn og bygdahús í Svínoy – framhald40.000
Umvæling av 90 ára gamla útisvimjihylinum í Svínoy75.000
Neystagrundirnar yviri við Eiðið í Svínoy50.000
Fjósið á Blankskálagarði á Syðradali K – framhald60.000
Felagið staðarnøvn22.000
Felagshús til Skúvoyar Fornminnisfelag80.000
“Mini” Closed for Maintenance í Skúvoy21.000
Málskeið í enskum til ferðaleiðarar í Skúvoy16.000
Útbúnaður og dagføringar í Framleiðsluhúsinum í Dímun50.000
Tilsamans játtað1.100.000