Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tjóðpallurin útsetir ONKI

Annar av leikarunum hevur fingið ein skaða í fótin og fær tí ikki spælt leiklutin sum Pierre Anthon

Eftir eina væl eydnaða premieru av leikinum ONKI leygardagin 12. august, so noyðist Tjópallurin nú tíverri at útseta restina av sýningunum.

Annar av leikarunum, Elias Magnussen, hevur fingið bruna í fótin og fær tí fyribils ikki spælt fysiskt krevjandi leiklutin sum Pierre Anthon, skrivar Tjóðpallurin í tíðindaskrivi.

Sostatt vera ikki fleiri sýningar av ONKI fyrr enn í fyrsta lagið november. Tá vera bæði almennar sýningar og skúlasýningar. Atgongumerki vera sett til sølu ein av komandi døgunum.

Meðan bíða verður eftir fleiri sýningum av ONKI, so verður í næstum farið undir venjingar av leikinum “Føðingardagsveitslan” eftir Harold Pinter, ið verður frumsýndur síðst í september, skrivar Tjóðpallurin.