Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ásla útbúgvin serlækni í almennum medisini

Ásla Janfríð Joensen hevur tikið eina fýra og eitt hálvt ára serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og í kommunulæknaskipanini, har hon hevur verið í ymiskum læknaviðtalum

Hesi seinastu fýra og eitt hálvt árini hevur Ásla Janfríð Joensen verið undir serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og í kommunulæknaskipanini.

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.

Hetta seinasta árið hevur Ásla Janfríð Joensen verið í viðtaluni hjá Turið Holm Johannessen, kommunulækna í Suðurstreymoyar læknadømi. Hon hevur frammanundan verið hjá Kára Rasmussen, sála, í Skálafjarðar læknadømi, hjá kommunulæknunum Signhild Petersen og Heina Harryson, í Eiðis læknadømi, skrivar Landssjúkrahúsið á sínum Facebook-vanga.

Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum við meira í Danmark og í Føroyum.

Í løtuni eru 12 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Ásla er tann triði læknin, ið verður liðug í ár. Tann næsti læknin verður eftir ætlan liðugur 29. februar 2024.

– Landssjúkrahúsið fegnast um at verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar, skrivar Landssjúkrahúsið.