Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Landssjúkrahúsið spammar við sms-boðum í løtuni

– Tað verður arbeitt við at finna eina loysn, skrivar Landssjúkrahúsið í einari dagføring

– Eg havi fingið 47 sms boð inntil víðari.

Soleiðis skrivar ein brúkari á Facebook-vanganum hjá Landssjúkrahúsinum í samband við, at Landssjúkrahúsið ger vart við, at trupulleikar eru í løtuni við SMS-skipanini, sum er knýtt at Cosmic.

Landssjúkrahúsið sigur víðari, at arbeitt verður við at finna eina loysn.

– Sjúklingar kunnu, til trupulleikin er loystur, uppliva at fáa SMS-boð hálva hvønn tíma við boðum sum til dømis: “Reseptin er send til apotekið.”

– Haldið okkum til góðar, skrivar Landssjúkrahúsið á Facebook.