Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú verður Gekkurin aftur fríggjakvøld

Kringvarpið hevur í summar sent Gekkin hóskvøld, men nú verður Gekkurin aftur fríggjakvøld, nú vetrarskráin stendur fyri durum

Seinastu tíðina hevur Gekkurin verið á skránni hóskvøld, men nú boðar Kringvarpið frá, at Gekkurin aftur verður á skránni hvørt fríggjakvøld.

Kringvarpið skrivar í tíðindaskrivi, at seinastu vikurnar hevur Gekkurin verið á skránni hóskvøld fyri ikki at koma í rasshaft við stevnur, festivalar og annað útilív, sum føroyingar eru upptiknir av vikuskiftini um summarið. 

Men ætlanin var alla tíðina, sambært Kringvarpinum, at hetta skuldi bert vera nakrar vikur um summarið.

– Nú summarfrítíðin er av, og kvøldskúlar, venjingar, bindiklubbar og annað virksemi tekur seg upp aftur, fara vit at spæla Gekk aftur hvørt fríggjakvøld eftir Dag og Viku og Veðrið, so um tú ætlar tær at vinna hasar 1,4 millónir krónurnarnar, sum eru í Gekkinum, so skalt tú spæla við komandi  fríggjakvøld, skrivar Kringvarpið í tíðindaskrivi.