Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Avbjóðingar við fartelefonhaldinum uttanlands

Kundar hjá Føroyar Tele kunnu uppliva avbjóðingar við sínum fartelefonhaldi uttanlands. Her eru nøkur góð ráð til tey, ið hava avbjóðingar við sínum haldið uttanlands

Kundar, sum hava eitt fartelefonhald hjá Føroya Tele, hava upplivað avbjóðingar við sínum haldi í summar, tá tey hava verið uttanlands.

Fartelefonshaldari hjá Føroya Tele skrivar á Facebook, at tey hava upplivað hetta í summar, tá ið ferðast var í Portugal í summar við. Fólk, sum høvdu eitt fartelefon-hald frá Føroya Tele upplivdu millum annað, at reiking á netinum var vánaligt, og onki netsamband var í tíð og ótíð, meðan tey, sum høvdu hald frá Nema ikki høvdu hendan trupulleikan.

Føroya Tele viðurkennir, at tey uppliva trupulleikar, at nakrir kundar hava avbjóðingar við at brúka fartelefonhaldið uttanlands.

Tí hevur Føroya Tele hesi ráðini til tey, sum ferðast uttanlands og uppliva trupulleikar við sínum fartelefonhaldi:

Kundar, sum eru staddir uttanlands, verða vinaliga bidnir um at kunna seg um hesi ferðaráð: www.ft.fo/ver/fartelefonhald/7-god-ferdarad/

Um kundar framvegis uppliva trupulleikar, eftir at teir hava roynt ráðini, verða teir vinaliga bidnir um at skráseta trupulleikan her”: www.ft.fo/5g/trupulleikar-vid-roaming-uttanlands