Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stjólu mat úr matvøruhandli

Trý fólk eru skuldsett fyri stuldur

Um tað er gongdin í samfelagnum seinastu tíðina við hækkandi inflasjón og hægri rentum skal ikki vera sagt, men tað kemur meira enn so fyri, at handlar uppliva stuldur.

Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan frá einum matvøruhandli úr Havn, tí fólk høvdu verið í handlinum og tikið matvørur við sær, men uttan at hava goldið fyri tær.

Tað skrivar dimma.fo.

Løgreglan kannaði málið, har eisini varð hugt eftir upptøkunum frá vakmyndatólunum í handlinum.

Tað eydnaðist løgregluni at finna fram til tey trý vaksnu fólkini, ið høvdu stolið matvørur, og tey eru nú skuldsett fyri handilsstuldur.