Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Claes er ikki við – René á beinkinum

Her er byrjanaruppstillingin hjá KÍ móti Sheriff Tiraspol

Tað verður ikki tann “vanliga” liðuppstillingin hjá KÍ í Evropa, soleiðis sum tað hevur verið nógvar teir seinastu dystirnar.

Claes Philip Kronberg fór eftir fyrra hálvleik skaddur av vøllinum í Molde í síðstu viku, og er ikki á listanum í kvøld. Hann er skaddur í fótliðnum.

René Shaki Joensen hevur drigist við skaða, men er á beinkinum.

Byrjanaruppstillingin hjá KÍ sær soleiðis út (3-4-3):

Jonathan Johansson – Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Vegard Forren – Jóannes Kalsø Danielsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Deni Pavlovic, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Luc Kassi, Sivert Gussias