Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

”Tað hvørvur ikki av sær sjálvum…”

KRIS skipar fyri ráðstevnu, ið skal geva íkast til upplýsing og orðaskifti um kynsligan ágang og seinárin av kynsligum ágangi í Føroyum

Vit gleða okkum at síggja teg til ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum tann 4. oktober í ár. Ráðstevnan ber heitið ”Tað hvørvur ikki av sær sjálvum”. Á ráðstevnuni verða framløgur og orðaskifti um kynsligan ágang og seinárin av kynsligum ágangi í Føroyum.

Ráðstevnan skal geva íkast til upplýsing og orðaskifti um kynsligan ágang og seinárin av kynsligum ágangi í Føroyum.

Kynsligur ágangur er framvegis ein stór avbjóðing í okkara samfelagi. Tað vísa tølini av fyrispurningum til KRIS seinastu nógvu árini og eisini kanningin, sum KRIS hevur gjørt fyrst í hesum árinum. Tølini frá hesi kanning verða løgd fram á ráðstevnuni. Tað er eingin loyna, at kynsligur ágangur er ein partur av okkara samfelagi, men tíverri eru tað nokk fleiri, sum framvegis halda kynsligan ágang loyniligan.

Fyrilestrarhaldarar úr Danmark, Noreg og Føroyum vera við á ráðstevnuni. Eisini verður pallborðsfundur við politikkarum og fakfólkum, har kjakast verður um evnið. Skráin er fjølbroytt og vendir sær til øll, sum á onkran hátt arbeiða og fáast við menniskju – og tey sum hava áhuga fyri hesum evni, tað kann vera sálarfrøðingar, læknar, heilsufrøðingar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar, sosialráðgevar, námsfrøðingar, lærarar, ymisk feløg t.d. ítróttar- og skótafeløg, samkomur, kirkjur – eins og foreldur og aðrir umsorganarpersónar.

Til ber at melda til ráðstevnuna her: https://www.nlh.fo/fo?event=9864/tad-hvoervur-ikki-av-saer-sjalvum

ella við at senda teldupost á info@kris.fo

Skráin sæst her: https://kris.fo/skrain-til-radstevnuna-4-oktober-2023/

Seinasta freist at tekna seg er 13.09.2023