Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eina millión fyri hvønn kilometur

Dennis Holm hevur nú svarað Steffani Klein Poulsen, sum vildi hava at vita, hvussu Føroyar kunnu gerast betri fyri súkklarar

Eina millión fyri hvønn kilometur.

Tað er kostnaðurin, skal ein vegøksl gerast til súkklur við landsvegir, har tað ikki er pláss fyri súkklubreytum, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, í aftursvari til Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, ið vildi hava at vita, hvussu Føroyar kunnu gerast betri fyri súkklarar, og hvat landsstýrismaðurin metti, at ein súkklubreyt kostar fyri hvønn kilometur eftir landsvegnum.

Tað kemur eisini fram í aftursvarinum frá landsstýrismanninum, at Landsverk mælir eisini til at gera slíka vegøksl, sum skal vera ein metur breið.

Seta súkklukontaktir upp við tunnilsmunnar
Steffan Klein Poulsen vísti við sínum fyrispurningi á, at tað eru ikki nógvar súkklur at síggja eftir landsvegnum, og at hetta er kanska ikki uttan orsøk, tí at umstøðurnar eru ikki rættiliga til hetta.

Hann sigur, at súkklur og bilar kunnu vera til ampa fyri hvønn annan, men hetta kundi verið øðrvísi, heldur tingmaðurin fyri Miðflokkin, sum vísir á, at í Danmark eru súkklubreytir so at siga allastaðni, og at í Norra hava tey “súkklukontaktir” við tunnilsmunnarnar, sum súkklararnir kunnu trýsta á, áðrenn teir fara inn í tunnilin. Kontaktin ávarar síðani bilførarar um, at súkklur eru í tunlinum.

Steffan Klein Poulsen vildi tí eisini hava at vita, hvussu tunlarnir í Føroyum kunnu gerast tryggari fyri súkklarar, og hvat tað kostar at seta eina súkklukontakt upp við tunnilsmunnan.

Til hetta svarar Dennis Holm, at hugt verður eftir møguleikanum at gera eina ávaringarskipan við tunnilsmunnarnar, og at ein slík skipan kostar 70.000 krónur fyri hvønn tunnil.

Eisini sigur landsstýrismaðurin, at ein vegleiðing kemur í heyst, ið fevnir um bleyta ferðslu eftir landsvegunum.