Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

KÍ bjóðar ókeypis til dyst

KÍ fyllir 119 ár í dag, og tað hátíðarheldur felagið við at bjóða fótbóltsfjepparum ókeypis atgongumerki til dystin á Tórsvølli í kvøld

KÍ er í gávuhýri, nú felagið fyllir 119 ár í dag.

Føðingardagsbarnið fjepparum og fótbóltsáhugaðum í føðingardagsveitslu á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.45, tá ið KÍ og Sheriff Tiraspol hittast í play off umfarinum til Evropa League. 

Klaksvíkar ítróttafelag varð stovnað 24. august 1904, og í dag, 119 ár eftir stovningardagin, spælir besta mansliðið ein av sínum størstu dystum í søgu felagsins: play off í Evropa League.

Neyðugt at tekna seg til dystin
Tórsvøllur er stórur og rúmligur, men tað er kortini ikki óavmarkað atgongd. Tí mást tú ogna tær atgongumerki til dystin við at tekna teg – men tað kostar einki.

Um tú longu hevur keypt tær atgongumerki, fært tú pengarnar aftur og skalt brúka tað atgongumerki tú hevur fingið. Og um tú ikki hevur ognað tær atgongumerki enn, far so inn á atgongumerki.fo og fá tær tey, tí tey kosta einki.

Tað er við stórari gleði, at vit bjóða fótbóltsáhugaðum á Tórsvøll til Evropa League play off dystin millum KÍ og Sheriff Tiraspol, sum byrjar kl. 19.45.

Seinni dysturin í hesum umfarinum verður spældur í Tiraspol hóskvøldið 31. august.

Sølan er steðga nú og letur upp aftur kl. 9.

Fá atgongumerki HER.