Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hoseth, Da Silva og Odmar hava góðir vónir til returdystin

Hoyr samrøðurnar Trygvi Absalonsen gjørdi við høvuðsvenjaran, Magne Hoseth, málskjúttan, Patrick Da Silva og verjuskansan, Odmar Færø um 1-1 javnleikin í Europa League Play Off dystinum á Tórsvølli móti Tórsvølli. Magne Hoseth staðfestir, at KÍ enn einaferð er ósigrað á heimavølli móti einum sterkum evropeiskum liði. Høvuðsvenjarin trýr, at við enn einum góðum avriki á útivølli kann KÍ vinna seg í Europa League bólkaspælið. Patrick og Odmar eru vónríkir um, at KÍ aftur kann fremja eitt megnar avrik á útivølli. Hesaferð í Tiraspol móti Sheriff FC.

Myndir: Trygvi Absalonsen