Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Moldaviska mótstøðuliðið hjá KÍ

Hóskvøldið 24. august – á sjálvum 119 ára føðingardegnum hjá KÍ – skal KÍ møta moldaviska FC Sheriff Tiraspol í frásáldingardysti í Europa League. Vinnarin sleppur at spæla bólkaspæl í Europa League.

Síðani aldarskiftið 2000 hevur Fotbal Club Sheriff Tiraspol verið líka einaráðandi í moldaviskum fótbólti sum KÍ-kvinnurnar í føroyskum fótbólti. Tvær ferðir hevur Sheriff Tiraspol tapt meistaraheitið: Í 2010-11 (FC Dacia Chișinău) og í 2014-15 (FC Milsami Orhei). FC Sheriff Tiraspol hevur sostatt vunnið meistaraheitið 21 ferðir og steypakappingina 12 ferðir. Áðurnevnda FC Dacia Chișinău vann báðar dystirnar ímóti GÍ í Intertoto Cup í 2003 (4-1 heima og 1-0 úti).

Í mong ár var Moldova bert ein heilaspuni í hugflognum hjá rithøvundum, eitt leikaland við kongssynum og blóðsúgvarum, men í 1994 gjørdist landið eitt sjálvstøðugt europeiskt land, sum spældi undir rumenska navninum. Landsliðið fekk eina flúgvandi byrjan í undankappingini til EM 1996, tá liðið vann ávikavist 1-0 og 3-2 á Georgia og Wales. Eftir tveir undankappingardystir lá liðið á odda í bólki 7 framman fyri lond sum Týskland og Bulgaria! Moldova vann eisini heimadystin ímóti Albania og endaði á 9 stigum.

Moldova er lýðveldi í Eystureuropa millum Rumenia og Ukraina. Moldova er gamalt rumenskt fúrstadømi; hetta lítla landbúnaðarlandið var partur av Rumenia, áðrenn tað varð tikið og lagt undir Sovjetsamveldið í 1940. Hóast tað var fjølbygdasta lýðveldið í gamla Sovjetsamveldinum, eru færri enn tveir triðingar av fólkinum moldavar. Eftir øldir undir pólskum, turkiskum, russiskum og endiliga rumenskum harradømi, tók Moldova sjálvstýri frá Sovjetsamveldinum í 1991, men tað hevur verið ófriðarligt í landinum síðani. Ukrainar og russarar, ið eru hin triðingurin, vilja loysa frá Moldova, og víðgongdir moldaviskir tjóðskaparmenn vilja, at Moldova aftur gerst partur í Rumenia.

Í norðri, eystri og suðri hevur Moldova mark við Ukraina, og í vestri við Rumenia. Landið er fruktagott, og væl fæst av fruktum, víni og grønmeti. Moldova er tó fátækasta landið í Europa. Tað almenna málið er rumenskt, men tó eru tað mong, ið tosa russiskt. Høvuðsstaðurin eitur Chisinau og tað var eisini har, at fyrsta stórliðið í moldaviskum fótbólti hoyrdi heima. Eftir sjálvstýrið í 1991 vann Fotbal Club Zimbru Chișinău nevniliga fyrstu fimm meistaraheitini og átta av fyrstu níggju meistaraheitum, men hevur ikki vunnið síðani.

Les eisini...  Ferenc Puskás – hyldligi, tvísporandi ungarnski heryvirmaðurin

Landið fekk altjóða limaskap í bæði UEFA og FIFA í 1994. Tvey ár seinni varð FC Tiras Tiraspol stovnað og spældi í moldavisku 3. deildini, men longu eitt ár seinni endurstovnaði høvuðsstuðulin felagið og broytti navnið til Fotbal Club Sheriff Tiraspol tann 4. apríl 1997. Tiraspol er høvuðsstaðurin í Transnistria, sum er eitt lokað landøki í egnum landi, men hevur sterkt tilknýti til Russlands. Tiraspol liggur á markinum til Ukraina, einar 80 kilometrar frá Odessa, har russar hava framt fleiri álop.

Fyrrverandi løgreglumaðurin, Viktor Gushan, eigur partafelagið Sheriff saman við Ilya Kazmaly. Báðir eru fyrrverandi limir í KGB. Móðurfelagið hevur stovnað dótturfeløg í øðrum vinnugreinum enn tí, sum móðurfelagið virkar í (har endamálið kann vera at minka um váðan). Í dag umfatar fyritøkan sølumiðstøðir, bensinstøðir, byggivirkir, gistingarhús, eitt fartelefonnet, bakaravirkir, brennivínsvirki umframt fleiri sjónvarps- og útvarpsstøðir. Partafelagið Sheriff hevur tamarhald á umleið 60% av fíggjarligu orkuni í økinum.

Fýra ferðir hevur FC Sheriff Tiraspol vunnið seg víðari til eitt bólkaspæl í Europa League: Í 2009-10, 2010-11, 2013-14 og 2017-18. Í 2021-22 vann felagið seg til bólkaspælið í UEFA Champions League sum fyrsta moldaviska felagið nakrantíð eftir ein samanlagdan 3-0 sigur á Dinamo Zagreb úr Kroatia.

Sheriff Tiraspol var fyrsta felagið í Moldova, sum keypti leikarar frá Brazil og Afrika og hevur ein fjølfólkahóp, har 17 tjóðskapir eru umboðaðir. Liðið hevur mestsum bara útlendskar leikarar, men felagið hevur ikki heilt gloymt staðbundnu røturnar, tí tveir moldavar eru eisini í hópinum; báðir málmenn umframt ein brasiliani, sum hevur fingið moldaviskt pass. Á liðnum hjá Ferencvárosi TC spældi eisini Adama Traoré ella Adama Malouda Traoré, sum umboðaði Sheriff Tiraspol í 2021-22.

Í fyrsta undanumfari til UEFA Champions League anno 2023-24 vann Sheriff Tiraspol samanlagt 3-1 á rumenska Farul Constanța, men mátti lúta í 2. undanumfari ímóti ísraelska Maccabi Haifa, sum KÍ vann heimsdystin ímóti í 1995. Í 3. undanumfari í Europa League vann Sheriff samanlagt 7-3 á BATE Borisov úr Hvítarusslandi.

Les eisini...  Koyrdi seg fasta í kavanum oman fyri Kvívík

Fotbal Club Sheriff Tiraspol er rættiliga sterkt á heimavølli, men tað er á útivølli, at liðið hevur fingið allarbesta úrslitið, tá liðið vann 2-1 ímóti Real Madrid á Santiago Bernabéu leikvøllinum. Real Madrid vann seinni UEFA Champions League anno 2021-22 ímóti Liverpool. KÍ er eisini sterkt á heimavølli, tí liðið hevur ikki tapt heima í summar. Føroyska landsliðið hevur heldur ongantíð tapt fyri Moldova, men hevur í trimum dystum vunnið ein og spælt 2 javnleikir. Tann 10. september møtast Føroyar og Moldova á Tórsvølli.

Dysturin millum KÍ og moldaviska FC Sheriff Tiraspol byrjar hóskvøldið kl. 19.45 á Tórsvølli.