Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kvinnulandsliðspakkin til sølu

Nú kanst tú tryggja tær bestu plássini til Nations League dystirnar í heyst og samstundis vera við í lutakastinum um eitt gávukort til Hotel Brandan og eina landsliðsblusu

Fríggjakvøldið 22. september seta kvinnurnar hol á nýggju Nations League kappingina á heimavølli móti Montenegro. Harumframt eru tveir aðrir heimadystir á skránni 27. og 31. oktober, tá ið ávíkavist Aserbadjan og Kýpros vitja í Føroyum.

Sum nakað nýtt kanst tú nú keypa tær landsliðspakka til allar heimadystirnar hjá Kvinnulandsliðnum, har tú fyri bert 225 krónur fært atgongumerki til allar tríggjar dystirnar – enntá á bestu plássunum mitt á langsíðuni.

Leinkja til Kvinnulandsliðspakkan á nethandlinum.

Øll, sum keypa sær Kvinnulandsliðspakka, eru við í lutakastinum um eitt gávukort frá Hotel Brandan upp á 2.000 krónur, umframt eina føroyska landsliðsblusu.

Freistin at keypa pakkan er 8. september 2023, og eftir hetta verða vanlig atgongumerki til fyrsta dystin sett til sølu.

Skráin hjá kvinnunum í Nations League er hendan:

22. september: Føroyar – Montenegro
26. september: Kýpros – Føroyar
27. oktober: Føroyar – Aserbadjan
31. oktober: Føroyar – Kýpros
1. desember: Montenegro – Føroyar
5. desember: Aserbadjan – Føroyar