Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jákup á Borg: Hetta er tað vit hava søkt

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jóhan á Mýruni siga frá sigursmálinum Esmar Clementsen skoraði fyri B68 móti 07 Vestur Á Dungasandi í dag. Hoyr Jóhan taka samanum ein uppibornan sigur til B68. Hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við liðskiparan hjá 07 Vestur, Daniel Obbekjær og høvuðsvenjaran hjá B68, Jákup á Borg. Jákup heldur fyri: – Hetta er fantastiskt, hetta er tað vit hava søkt, sigur ein fegin Jákup nú B68 loksins fekk trý stig aftur. Daniel Obbekjær heldur fyri, at teir í 07 Vestur mugu fokusera inneftir aftaná hetta tapið, ið var eitt vónbrot fyri 07 Vestur.

Myndir: Trygvi Absalonsen