Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Landsliðsúttøka beinleiðis á FM1 mánamorgunin kl. 10.30

LANDSLIÐSÚTTØKAN VERÐUR KL. 10.30

Hesaferð verður landsliðsúttøkan kl. 10.30 og verður hon send beinleiðis á fm1 mánamorgunin kl. 10.30.

Føroyska A-landsliðið hjá monnum skal spæla 2 dystir, tann fyrri á útivølli móti Póllandi hósdagin 7. september og so á Tórsvølli sunnudagin 10. september móti Moldova.

U21-landsliðið skal í eldin í Klaksvík týsdagin 12. september har mótstøðuliðið verður Kroatia.

Við á tíðindafundinum í FSF húsinum verða Eyðun Klakstein, U21-landsliðsvenjari, Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari og Christian Andreasen, forseti í FSF.