Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

West Ham keypir miðvallara úr Ajax

Mohammed Kudus ið millum annað hevur leikt við danska felagnum F.C Nordsjælland, skiftir úr Ajax Amsterdam til West Ham.

Mohammed Kudus hevur staðið læknakanningina í London og er klárur at skriva ein 5 ára sáttmála við West Ham United. Keypsprísurin er 335 milliónir danskar krónir.

Miðvallarin hevur millum annað leikt við F.C Nordsjælland og leikti við danska felagnum framm til summarið 2020, tá ið hann skifti til Ajax Amsterdam fyri kr. 67 mió.

Kudus kemur úr Ghana og hevur leikt 24 landsdystir, eisini hevur hann skorað 7 landsliðsmál. Hann fekk sín fyrsta landsdyst í 2019 og var við í HM hópinum, tá ið teir leiktu í Katar.

West Ham United hevur annars fingið eina góða byrjan uppá kappingarárið, tá ið teir ígjár vunnu 3-1 á útivølli ímóti Brighton. Tað merkir at teir nú hava 7 stig aftaná tríggjar dystir.